Soulaima

Soulaima Gourani

The Future of Work & Embracing Change

Soulaima Gourani er marokkanskur-danskur íverkseti, búsitandi í Silicon Valley, og er kend sum professionellur røðari og bestseller rithøvundur. Hon er stjóri og stovnari av fyritøkuni Happioh Inc.

Henna ferð byrjaði sum gøtubarn. Í sínum ungdómsárum hevur Soulaima megnað at vunnið á stórum avbjóðingum. Hon gavst í skúla í 7. flokki, fór heimanífrá sum 13-ára gomul og búði í fosturheimi. Hóast hesa mótgongd hevur hon skarað framúr innan tøknivinnuna og hevur havt týðandi leiklutir í fyritøkum sum Maersk Data, Microsoft og Hewlett-Packard.

Hon hevur fingið heiðurin sum Young Global Leader av World Economic Forum og hevur fingið fleiri viðurkenningar, harímillum verið nevnd millum Europe’s 40 Under 40, Thinkers 50, og Nordic Thinkers 20, og so er hon ein av stovnarunum av Silicon Valley Roundtable.

Soulaima er viðurkendur røðari og undirvísir fyri fleiri Fortune 500-fyritøkur, so sum Aberdeen, Adecco, Alk Abello, Aon Hewitt, Cisco, Citroen, Colliers, DELL, Deloitte, Diageo, DuPont, Ernst & Young, FLSmidth, Genzyme, H. Lundbeck, IBM, LEGO, Leo-Pharma, McKinsey, Microsoft, News Corp, NNIT, Novo Nordisk, Novozymes, Roche A/S, Samsung, SimCorp, TDC, Volvo og fleiri aðrar. Sum røðari hevur hon staðið á palli og deilt sína vitan saman við týðandi persónum, sum eitt nú Arnold Schwarzenegger, Malala Yousafzai, Sir Ken Robinson og Sir Alex Ferguson.

Sum viðurkendur vertur í vikuligu sendingini, World Economic Forum Young Global Leader, ger hon hugfangandi samrøður við leiðarar, politikarar og aktivistar um evni innan leiðslu, vøkstur og broytingar. Haraftrat er hon viðmerkjari til Forbes Leadership Channel, og fyrrverandi mentor í TED Fellow og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.

Á Vinnudegnum fer Soulaima at tosa um leiðslu. Hon fer undir heitinum The Future of Work & Embracing Change at greiða frá nýggjastu vitanini um heimsins rák innan leiðslu. Við ágrýtni gevur hon kunnleika og íblástur til at menna fyritøkuna.