0,0 til Vestergaard

05. juli. 2010 | Áskoðan

Fríggjakvøldið snúði eitt av innsløgunum í Degi & Viku seg um, at Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, gongur beint ímóti ráðgevingini frá Havstovuni. Tílíkar avgerðir eru sera óhepnar og gera tað ikki lættari at selja føroyskan fisk.

Talan er um, at fiskimálaráðharrin gevur snellubátum loyvi at fiska í 100 dagar á Føroyabanka, hóast Havstovan mælir harðliga frá hesum. Grundgevingin hjá Havstovuni er, at toskastovnurin á bankanum er søguliga illa fyri, og tí hevur alla vernd fyri neyðini. Tað man ikki fara at bila sigur Jacob Vestergaard, snellubátarnir fiska so lítið, at teir oyða ongan stovn!

Vónandi fær fiskimálaráðharrin rætt, men skaðin er longu hendur, tá hann gongur ímóti ráðgevingini frá Havstovuni.
Fishsource.org er ein heimasíða, hvørs endamál er at gera tað lættari hjá fiska­innkeyparum, at taka støðu til, um fiskurin, tey ætla at keypa, er umsitin og fiskaður á burðardyggan hátt. Á heimasíðuni verða skorur givnar fyri ymisk viðurskifti, og fáa føroysku fiskastovnarnir í summum førum rímiliga góðar skorur. Spurt verður tó eisini, hvussu fiskivinnuumsitingin fylgir vísindaligari ráðgeving, og tá sær minni pent út, tí skoran er 0,0.
Hetta síggja teir innkeyparar, ið skulu keypa okkara fisk, og tí hevur tað stóran týdning at fáa hesar skorurnar betri. At ganga beint ímóti vísindaligu ráðgevingini og loyva fiskiskapi á leiðum, ið annars eru stongdar, fyri at verja ein søguliga lítlan stovn, var nokk ikki rætta avgerðin í so máta.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya