Eksportutvalget for fisk hevur gjørt av at seta 113 mió. no. kr. av til marknaðarføring av laksi komandi ár. Markanðarføring í Eystur Evropa hevur hægstu raðfestingina.
Eksportutvalget fyri fisk økir fíggjarætlanina fyri marknaðarføring av laksi við 10% komandi ár í mun til 2008. Serliga er tað marknaðararbeiðið á russiska marknaðinum, sum økist sera nógv, tí russiski marknaðurin er sera áhugaverdur fyri norsku alivinnuna. Ætlanin er at brúka 14 mió. kr. til marknaðarføring á russiska marknaðinum komandi ár, í ár verða 7 mió. kr. brúktar har.
Komandi ár verður, fyri fyrstu ferð, settir pengar av til at marknaðarføra alifisk í Ukraina. Ukrainski marknaðurin hevur víst eina sera jaliga gongd seinastu árini og íløgur í infrastruktur seinnu árini hava gjørt, at tað nú verður munandi lættari at sleppa framat marknaðinum fyri laks í landinum. Eksportutvalget for fisk hevur avgjørt eisini at økja um fíggjarætlanina fyri marknaðarføring av laksi í Kina og í Portugal.
Kelda: www.kyst.no