Hósdagin 20. januar kl. 14 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har stjórin í Finans Norge, Idar Kreutzer, greiðir frá, hví tær reglur, sum ES setur í verk fyri at tryggja ein burðardyggan búskap, eisini eru viðkomandi fyri Føroyar, og hvørja ávirkan tær kunnu fáa her á landi.
Idar Kreutzer er norðmaður og hevur síðani 2012 verið forstjóri í Finans Norge.
Kreutzer hevur millum annað verið formaður fyri serfrøðinganevndini hjá norsku stjórnini um at tryggja grønt kappingarføri og hevur stýrt verkætlanini Vision 2050 hjá World Business Council for Sustainable Development. Hann er í dag limur í klima- og miljøministerens klimaråd í Noregi. Les meira um hansara drúgvu bakgrund her
Tiltakið er serliga viðkomandi fyri fyritøkur, sum handla við ES, og fyri fíggjarstovnar í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er tó við tilmelding á industry@industry.fo.
Talan er um tiltak, sum ætlanin var at hava í oktober 2021, men sum varð útsett, tí flogfarið fekk ikki lent.
Skrá:
Kl. 14:00 Idar Kreutzer leggur fram um ES Taxonomi og fer at greiða frá, hví tað er viðkomandi fyri Føroyar og hvørja ávirkan tað fer at hava við sær. Framløgan verður á norskum.
Kl. 14:40 Spurningar og kjak