Undirtøkan til Vinnudagin 2018 er góð, og hetta sæst aftur í tilmeldingunum til dagin. Av teimum gott 400 plássunum, sum Høllin í Norðurlandahúsinum hevur, eru 2/3 longu farin.
Tað er nærum fult teknað til veitsluna, so nú er at skunda sær at melda til. Í ár verður veitslan hildin í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Hetta verður fyrsta veitsla av sínum slag í prýðiligu hølunum í Sjóvinnuhúsinum.
Vinnudagurin 2018 verður fríggjadagin 28. september, og freistin at melda til er mikudagin 26. september.