Mikkjal Og Niels

25 ára starvsdagur

21. august. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinnapartin fríggjadagin 18. august var lítil samkoma í Vinnuhúsinum fyri Mikkjali Joensen, ið hevði 25 ára starvsdag. Mikkjal starvast sum fíggjarleiðari í Vinnuhúsinum.

Mikkjal byrjaði í starvi í Vinnuhúsinum 1. august 1998, og nógv er broytt í Vinnuhúsinum tey seinastu 25 árini við m.a. øktum virksemi og starvsfólkatali. Mikkjal hevur verið trúfastur partur av hesi broyting, har Vinnuhúsið eisini hevur flutt í nýggjan bygning á Óðinshædd 7. Um Mikkjal kann sigast, at hann er trúfastur, arbeiðssamur, væl skipaður og altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur.

Vit ynskja okkara starvsfelaga Mikkjali Joensen hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L