Tað vóru handverkarar úr Meistarafelagnum í Klaksvík, sum greiddu næmingunum frá um sítt yrki. Tiltakið ”Greið frá tínum yrki” var sera væl eydna, og næmingarnir í 8. flokki vístu stóra áhuga í yrkisútbúgvingum.
Uppmøtingin var góð og áhugin var stórur, tá handverkarar í Klaksvík greiddu næmingunum í 8. flokki á Skúlatrøð frá um sítt yrki. Tað var Meistarafelagið í Klaksvík, Føroya Handverksmeistarafelag, Yrkisdepilin og lestrarvegleiðingin á Skúlatrøð, sum skipaðu fyri tiltakinum.
Ein av fyriskiparunum var nývaldi formaðurin í Meistarafelagnum í Klaksvík, Dávur Høgnason: ”Hetta var ómetaliga stuttligt at vera við til. Eg haldi at næmingarnir vóru glaðir fyri at sleppa at hoyra um okkurt annað enn bókligar útbúgvingar, sum annars fylla so nógv í fólkaskúlanum.” Víðari sigur Dávur Høgnason: ”Vit hava brúk fyri nógvum lærlingum í handverksvinnunum, bæði innan bygging, á smiðjum, í handlum, á matstovum og aðrastaðni. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at ungdómurin kennir til tann stimbrandi útbúgvingarmøguleikan, tað er at fara í læru”
Eisini lærarirnir lótu væl at. Tina Purkhús fyriskipaði tiltakið vegna Skúlatrøð: ”Næmingarnir høvdu glett seg til at hoyra um ymisku útbúgvingarnar og vóru eisini fegnir um tiltakið. Eg veit at fleiri teirra hava ætlanir um at finna sær lærupláss eftir 9. flokk, meðan onnur nú tosa um at sleppa í starvsvenjing, fyri at vita um eitt lærupláss er tað rætta fyri tey.”
Tey, sum greiddu frá um sítt yrki vóru:
John Klakkstein | KSS |
Ásmundur Poulsen | Kanjon |
Páll Klettskarð | Kanjon |
Jákup Andreasen | El-IN |
Jógvan Hansen | Bil- og dekkverkstaðið |
Joan Baldvinsson | Evoke |
Dávur Høgnason | Blikksmiðjan |