ABR89, ráðgevaraavtala og veitaralýsing fyri bygging og ráðlegging 2012

07. desember. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 15. januar 2016 skipar Ráðgevarafelagið saman við Foreningen af Rådgivende Ingeniører (FRI), fyri skeiðið í ABR89, ráðgevaraavtala og veitaralýsing fyri bygging og ráðlegging 2012.

Skeiðið verður á Hotel Føroyum og er býtt upp í 2 partar. Til ber at tekna seg til alt skeiðið ella bert til annan partin.

Skeiðshaldari er Niels Christian Toppenberg, Ingeniør, HD(O) Projektdirektør, byggeherrerådgivning Bascon A/S

Kostnaður fyri skeiðið er ávíkavist 2.500 kr fyri limir í Ráðgevarafelagnum og FRI og 5.000 kr fyri tey sum ikki eru limir. Fyri hálvan dag er kostnaðurin ávíkavist 1.200 kr og 2.500 kr. Miðmáli er ikki við í prísinum tá man luttekur hálvan dag.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 7. januar 2016.

Meira kunning, skrá og tilmelding her

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl