Viðvíkjandi aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum var lýstur at verða týsdagin, 19. juni 2018, kl. 15.00.
Poul Mohr, sum í nógv ár var nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fer til gravar úr Vesturkirjuni í morgin kl. 14.
Vísandi hertil, verður aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag formliga settur kl. 15, og verður síðani hildin ein steðgur til kl. 16, tá aðalfundurin verður uppafturtikin.
Hetta merkir, at farið verður undir viðger av málunum sambært fráboðaðu dagskránni kl. 16, og neyðugt er ikki at møta í Vinnuhúsinum áðrenn kl. 16.
Skráin er hendan:
1. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
3. Val av nevnd
Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen standa fyri vali. Nevndin skjýtur upp, at teir nevndu tríggir nevndarlimirnir verða afturvaldir.
4. Val av løggildum/ríkisgóðkendum grannskoðara
5. Møgulig innkomin mál
6. Ymiskt
Allir limir eru vælkomnir.