Aðalfundur í Føroya Arbeiðsgevarafelag

15. juni. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin var aðalfundur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Jóhan Páll Joensen og Jón Danielsen, sum stóðu fyri vali, vórðu báðir afturvaldir.

Á aðalfundi Føroya Arbeiðsgevarafelags fríggjadagin 12. juni 2009 vóru Jóhan Páll Joensen og Jón Danielsen afturvaldir sum nevndarlimir í felagnum. Nevndin er nú mannað við Jóhan Páll Joensen, Kristoffur Laksá, Bergur Poulsen, Magna Arge, Jón Danielsen, Meinhard Jacobsen og Jóhonnu á Bergi. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Á aðalfundinum var ársfrágreiðing felagsins løgd fram, og í frágreiðinini frá nevndini varð m.a. sagt:
“Seinasta árið hevur verið avbjóðandi fyri føroyska vinnu. Árið 2008 byrjaði við eini ábending um, at útlitini ikki vóru fult so góð sum undanfarin ár. Ongin væntaði tó, at fíggjarheimurin skuldi renna seg meira ella minni fastan í heyst.
Sonevnda fíggjarkreppan er vorðin búskaparkreppa um allan heim, og merkist hetta eisini í Føroyum. Flestu vinnugreinar merkja, at tað er fall í eftirspurninginum, og at tað er trupult at fáa fígging til nýtt og verandi virksemi. Nógvar fyritøkur hava verið noyddar at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar og hava sum úrslit av hesum sagt fólk úr starvi.
Byggivinnan og partar av útflutningsvinnuni eru millum tær, sum eru harðast raktar. Sera stórt virksemi hevur verið í byggivinnuni í fleiri ár, men eftirspurningurin steðgaði nærum upp í byrjanini av 2009.
Útflutningsvinnan er somuleiðis undir trýsti. Hetta tí, at fiskasløgini toskur og hýsa eru fallin munandi í prísi og nøgd, meðan tey bíligari fiskasløgini hava hildið prísin. Somuleiðis eru umstøðurnar fyri útflutning eru vorðnar nógv truplari, tí tað hevur verið sera torført at fáa trygging av keyparum orsakað av fíggjarkreppuni.
Í Føroyum búgva nærum 50.000 fólk, sum vilja hava eitt livistøði, sum er kappingarført í mun til londini kring okkum. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil sjálvandi eisini tað, men heldur samstundis, at tað er umráðandi, at vit finna skilagóðar loysnir, sum hóska til ta fíggjarorku vit hava.
Í hesi ársfrágreiðing hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag valt at fokusera á fiskivinnuna, almenna sektorin og orkuspurningin og kemur við tilmælum um hetta í frágreiðingini.
Vinnuvirkir merkja, at tey eru í kapping við tað almenna um tænastur, og tað er als ikki nøktandi. FAG mælir tí til, at tað almenna fremur munandi útveiting av tænastum og lækkar útreiðslurnar yvirhøvur við tillagingum.
Føroyska fiskivinnan sum heild er illa fyri fíggjarliga. Úrslitini seinnu árini hava verið vánalig, og fiskiskapurin minkaður. Spurning-urin er, um skipanin fyri fiskiskapin undir Føroyum er nóg góð, tá tað vísir seg, at vinnan ikki klárar at konsolidera seg og enn minni endurnýggja seg. FAG mælir til, at skipanin fyri føroyska fiskivinnu verður tikin upp til endurmetingar við tí fyri eyga at skipa eina vinnu, sum er lívfrøðiliga burðardygg og búskaparliga haldfør og gangnýtir tilfeingið á ein hátt, sum kastar mest møguligt av sær til bæði vinnuvirkir og samfelagið sum heild.
Viðvíkjandi orkuspurninginum so merktu vit í 2008, hvussu viðkvom vinnan er fyri høgum oljuprísum. Tí er tað umráðandi, at minka um hendan vansan og virka fyri, at Føroyar og føroysk vinna fremja orkusparing og alternativa orkuframleiðslu. Somuleiðis er neyðugt, at Føroyar ganga undir altjóða avtalur innan avmarking av CO2. Tað fremur okkara umdømi at taka ábyrgd saman við øðrum. Gera vit tað ikki, so kann tað hinvegin gerast ein forðing fyri, at útflutningsvinnurnar fáa selt sína vøru í framtíðini.
Samanumtikið kann sigast, at gongdin í 2008 og higartil í 2009 hevur sett vinnuna undir trýst og kravt stórar tillagingar. Sum sæst í frágreiðingini, vænta vit tí eisini, at tillagingar verða framdar innan tað almenna, eins og vinnuni verða veittir so góðir karmar sum gjørligt.”

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)