Í dag 6. juni 2016 verður aðalfundur Føroya Arbeiðsgevarafelags.
Árligi aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður í Vinnuhúsinum í dag kl. 15.00. Skráin er sambært lógum felagsins, sí eisini http://industry.fo/Default.aspx?ID=3657.
Tá formligi parturin av aðalfundinum er av, fer Hendrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, at kunna um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á arbeiðsmarknaðarøkinum.