Í sambandi við aðalfundin verða framløgur um starvsfólkatørvin í tí privata og búskaparliga týdningin av útlendskum starvsfólkum.
Í morgin týsdagin 3. september kl. 14.00 verður ársaðalfundur Føroya Arbeiðsgevarafelags hildin í Vinnuhúsinum.Óðinshædd 7, Tórshavn. Allir limir felagsins eru vælkomnir.
Umframt vanligu skránna fyri aðalfundin verða eisini tvær framløgur.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiður frá um búskaparliga týdningin av útlendsku starvsfólkum, sum eru í Føroyum, og Páll Holm Johannesen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, greiður frá úrslitunum frá kanning um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.