Magnus Magnussen heldur fram sum formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
Mikudagin 20. apríl hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen og Jens Kristian Haraldsen. Eisini stóðu Thorfinn Nielsen og Pauli Hofgaard fyri vali sum tiltakslimir. Allir blivu afturvaldir.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.