Fríggjadagin 22. apríl hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóð Gunvá við Keldu, og hon var afturvald í nevndina.
Í nevndini í Føroya Prentsmiðjufelag sita sostatt Jon Hestoy, Gunvá við Keldu og Eirikur Lindenskov. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni, og Gunvá við Keldu sum næstforkvinnu. Jon Hestoy heldur fram sum formaður.