Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins
Hósdagin 24. apríl kl. 15 verður árligi aðalfundurin hjá Handilsvinnufelagnum hildin í Vinnuhúsinum. Øll limafeløg eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins.
Aðalfundurin er ein góður møguleiki at fáa innlit í virksemið hjá felagnum, luttaka í kjaki um kós og mál og ikki minst at hittast og netverka við onnur í vinnuni.
Stutt um Handilsvinnufelagið
Handilsvinnufelagið hevur til endamáls at savna allar fyritøkur, sum virka í handilsvinnuni á føroyska marknaðinum. Limir felagsins fevna um eitt breitt úrval av vinnugreinum – frá framleiðslufyritøkum og heilsølum til handlar og tænastuveitarar.
Vørur og tænastur fevna um alt frá knappanálum, góðgæti og matvørum til klæði, maskinur, byggitilfar og tænastur av ymiskum slag.
Les meira um Handilsvinnufelagið her.