Aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag.

29. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikukvøldið 24. mars hevði Havnar Handverksmeistarafelag aðalfund í Vinnuhúsinum.

Á skránni var millum annað val av nevndarlimum, har tveir av verandi limum stóðu fyri vali. Hesir vóru formaðurin Pauli Hofgaard frá LM Electric og næstformaðurin Jón Danielsen frá Articon. Pauli og Jón vórðu báðir afturvaldir og hinir nevndarlimirnir eru Magnus Magnussen (Elmek), Mouritz Mohr (Mest) og Sjúrður Holm (Búsetur). Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum undan fundinum, við Paula Hofgaard sum formanni og Jón Danielsen sum næstformanni.
Tiltakslimir í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag eru Helgi Johannesen (BSV) og Torbjørn Hansen (Demich). Í ár stóð Helgi Johannesen fyri vali og varð hann eisini afturvaldur.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya