8
Havnar Handverksmeistarafelag

Aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag

10. mars. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Týskvøldið 11. mars kl. 18 verður aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag

Aðalfundurin í Havnar Handverksmeistarafelag byrjar við gestauppleggi frá Regini Dalsgaard, stjóra við Tjarnir. Hann fer at tosa um møguleikar fyri vinnuna, nú stórhøllin við Tjarnir er latin upp, og hvussu nýggju karmarnir kunnu skapa nýggjar, framtíðar møguleikar.

Eftir uppleggið verður sjálvur aðalfundurin hildin sambært lóg felagsins. Á skránni eru millum annað ársfrágreiðingin og framløga av roknskapi, umframt val av nevndarlimum og eykalimum. Harumframt hava limir møguleika at leggja fram mál til viðgerðar.

Aðalfundurin, sum verður hildin í Vinnuhúsinum, er týdningarmikið tiltak fyri limirnar í Havnar Handsverksmeistarafelag, har teir kunnu fáa innlit í virksemið, vera við til at mynda framtíðina og kjakast um viðkomandi mál.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya