Aðalfundur í Oljuvinnufelagnum

26. juni. 2017 | Tíðindi | Orka

Mánadagin 19. juni hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen og Eli Lassen. Anja og Eli tóku við afturvali og vórðu vald. Leif Hovgaard stillaði upp, og hann var valdur í nevndina.

Í nevndini sita sostatt Magni Arge, Anja Jacobsen, Eli Lassen, Jostein Petersen og Leif Hovgaard. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Christian Danielsen bleiv afturvaldur sum tiltakslimur.

Marknaðarføra føroyskar veitarar

Á aðalfundinum greiddi formaður felagsins frá, at seinastu tvey árini hevur Oljuvinnufelagið arbeitt miðvíst við tiltøkum, sum staðseta Føroyar sum ein tænastudepil fyri frálandavinnuna og skipaferðslu, sum siglir framvið á okkara leiðum.

Føroyskar tænastuveitingar til sjóvinnu eru á høgum støði og stendur mát við somu tænastur í okkara grannalongum. Vit hava, umvegis boringarnar í Føroyum og vitjanini hjá West Hercules, prógvað, at føroyskar sjóvinnuveitingar eru væl og virðiliga kappingarførar á altjóða stigi.

Í 2015 var heimasíðan www.maritime-services.com sjósett, samstundis sum ein grafiskur samleiki og ymiskt tilfar varð gjørt. Í 2016 hevur felagið arbeitt víðari við átøkum, sum marknaðarføra føroyskar veitarar og sum styrkja um kappingarføri okkara.

Í 2016 hava hesi tiltøk m.a. verið:

Samleika til landabás:   

Grafiski samleikin til føroyska landabásin á Offshore Europe 2016 var gjørdur av nýggjum í 2016. Nýggi básurin hevði flottar myndir og tekstir, sum stuðlaðu undir boðskapin um Føroyar sum ein tænastudepil.

Frágreiðing um sjóvinnuveitingar:          

Á heysti 2016 varð frágreiðing um sjóvinnuveitingar løgd fram. Úrslitið vísti greitt, at vakstrarmøguleikar eru innan føroyskar sjóvinnuveitingar, og at hetta hevur týðandi búskaparliga ávirkan á føroyska samfelagið.

Mett var, at í 2015 var samfelagsbúskaparliga inntøkan frá maritimum tænastum millum 330 og 430 milliónir kr. um árið. Av hesum var mett, at umleið 170 milliónir kr. um árið vóru beinleiðis inntøkur frá sjóvinnuveitingum til útlendsk skip.

Í frágreiðingini var dentur serliga lagdur á at lýsa marknaðarmøguleikar millum fiskivskip, frálandaskip og –pallar, cruise skip og farmaskip. Í fjør sigldu 600 skip fleiri enn 2.000 túrar í føroyskum sjóøki. Nógv av hesum skipum leggja ikki at í Føroyum. Hugsast kann at fleiri av teimum hava tørv á sjóvinnuveitingum, sum føroyskar fyritøkur og havnir kunnu veita.

Frágreiðingin staðfesti eisini, at neyðugt er at betra um føroyska hagtalsgrundarlagið,  og at tað er týdningarmikið at samskipa og staðseta marknaðarføring av Føroyum og føroyskum tænastum, og byggja víðari á tað arbeiði, sum verandi fyritøkur og myndugleikar hava arbeitt við seinastu árini.

Limakanning:

Í 2016 varð ein kanning gjørd millum limir felagsins. Kanningin staðfesti, at limir halda tað verða týdningarmikið at samskipa eina felags marknaðarføring av føroyskum fyritøkum, sum veita sjóvinnuveitingar. Hinveign vóru fleiri limir ivasamir um úrslitini sum spurdust burturúr luttøkuni á landabási á Offshore Europe stevnuni í Aberdeen.

Tíverri var áhugin so lítil millum fyritøkurnar, at Føroyar ikki taka lut við egnum bási fyri fyrstu ferð í hesari øldini. Fyrr stuðlaði landið slíkum átøkum, men slíkur stuðul fæst ikki longur. Jarðfeingið og oljufeløgini hava heldur ikki játtað umsøknum til landabás burturav førleikamenningar pengunum, sum eru settir av til

føroyska oljuvinnu.

Lýsingafilmur “Children of the Sea”:

Á vári 2017 gjørdi Cowboyfilm ein lýsingarfilm, sum Oljuvinnufelagið og  Uttanríkis- og vinnumálaráðið samstarvaðu um. Endamálið við filminum var at lýsa Føroyar sum eitt framkomið oyggjasamfelag og varpa ljós á tær sjóvinnutænastur, sum føroyskar fyritøkur, havnir og myndugleikar kunnu veita. Stutt sagt: at marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnutjóð og ein kappingarføran tænastudepil.

Filmurin varð væl móttikin. Limir felagsins kunnu brúka filmin í teirra marknaðarføring, og Jarðfeingi, Sjóvinnustýrirð og FOIB hava eisini víst filmin, tá tey hava verið á messum.

Hagtøl:

Vimeo:                 7.090 fólk hava klikt á filmin. Harav hava 3.370 hugt eftir øllum filminum.

Facebook:           29.000 vísingar og filmurin er deildur 193 ferðir. 450 fólk dáma síðuna “Faroe Islands Maritime Services”.

Kanning millum limir í Antares:

Oljuvinnufelagið ger í løtuni eina spurnarkanning millum limir hjá Antares. Føroysk sjófólk eru mong í tali, og tey sigla við skipum og reiðaríum um allan heimin. Tí er áhugavert at frætta, hvørjar møguleikar, men eisini forðingar, føroysk sjófólk halda verða í samband við at fáa skip til Føroyar at keypa tænastur. Endamálið er eisini at arbeiða saman við Antares við at fáa føroysk sjófólk at verða ambassadørar fyri Føroyar og føroyskar veitarar.

Til ber at lesa Ársfrágreiðingina her. 

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L