Mánadagin 31. mars kl. 14 verður aðalfundur í Sjóvinnufelagnum
Aðalfundurin og skráin eru skipað sambært lóg felagsins. Á skránni eru millum annað ársfrágreiðing og framløga av roknskapi umframt val av nevndarlimum og eykalimi.
Harumframt hava limir møguleika at leggja fram mál til viðgerðar.
Aðalfundurin, sum verður hildin í Vinnuhúsinum, er fyri allar limirnar í Sjóvinnufelagnum, har teir kunnu fáa innlit í virksemið og annars vera við til at mynda framtíðina og kjakast um viðkomandi mál.