Aðalfundur verið í Havbúnaðarfelagnum

03. juni. 2019 | Tíðindi | Havbúnaður

Aðalfundur var í Havbúnaðarfelagnum fríggjadagin 31. mai. Fyri vali stóðu Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen og báðir vórðu afturvaldir í nevndina.

Í frágreiðingini frá virki felagsins í farna ári valdi nevndin at leggja dent á týdningin av, at føroyskur havbúnaður hevur góðar og kappingarførar karmar fyri sítt virksemi. Nevndin greiddi frá gongdini seinnu árini, har alsamt størri partur av framleiðsluni verður seldur uttanfyri ES, og legði í hesum sambandi dent á tørvin á, at fáa javnbjóðis marknaðaratgongd á teimum týðandi marknaðunum. Eitt nú hava fleiri alitjóðir longu fríhandilssáttmála við Kina, eins og størsta alitjóðin Noreg er í formligum samráðingum um fríhandilsavtalu.

Eisini staðfesti nevndin, at matvøruframleiðslan í heiminum er størsta kelda til umhvørvisárin og trýst á mørkini fyri, hvat náttúran megnar. Laksaaling er tó lutfalsliga nógv burðardyggari enn flest aðrar protein framleiðslur, og føroyskur havbúnaður arbeiðir støðugt við at menna sínar framleiðsluhættir, so komandi ættarlið arva eina náttúru, sum er í betri standi, tá vit lata hana frá okkum, enn tá vit fingu hana at umsita. Í hesum sambandi fegnaðist nevndin um, at viðurkendi non-profit felagsskapurin Seafood Watch aftaná drúgt kanningararbeiði av umhvørvisárinunum hevði givið føroyskari laksaaling stemplið ”Good alternative”. Henda meting merkir eitt nú, at matstovur, sum hava bundið seg til at at fylgja tilráðingunum frá Seafood Watch um at keypa burðardyggar fiskavørur, kunnu keypa føroyskan laks.

Í ársfrágreiðingini verður eisini greitt frá gongdini í framleiðsluni í farna ári og um framtíðar útlitini.

Ársfrágreiðingin kann lesast í fullum líki her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L