Tann 1. mars varð Ingmar Dam kosin Føroya besti timburlærlingur til FM fyri handverkslærlingar, sum var á Torginum í SMS.
Timburkappingin var sera trupul og umfatandi við nógvum skurðum og skeivum vinklum. Uppgávan er áður nýtt til Skills Danmark (DM fyri handverkslærlingar), har lærlingarnir høvdu munandi longri tíð at arbeiða við uppgávuni. Tí sá úrslitið nakað óliðugt út hjá teimum sum kappaðust. Men hetta tekur einki frá liðna arbeiðinum, sum varð gjøgnumført uppá givnu tíðina.
Ingmar Dam starvast í løtuni úti á Skúlanum á Fløtum, hann er í læru hjá Búsetur og tískil partur av stóru byggiverkætlanini á Fløtum. Ingmar luttók í FM fyri handverkslærlingar 28. feb og 1. mars á Torginum í SMS, niðanfyri setir Ingmar orð á sína luttøku í FM kappingini, hví hann valdi at fara undir yrkisútbúgving og hvat hann heldur um tað at vera í læru.
- Av fyrstan tíð, tá ið eg bleiv spurdur, segði eg nei, men aftaná eg hevði prátað við ein vinmann hjá mær, sum er búsitandi í Danmark og sum sjálvur hevur kappast í ‘Skills Danmark’ broytti eg meining. Hann viðmælti mær alvorliga at luttaka, so eg gjørdi av at melda meg til.
- Eg haldi avgjørt at tað er týdningarmikið, at tað eisini framhaldandi verður skipað fyri tílíkum kappingum/tiltøkum. Tað eru nógvir lærlingar sum tíma og dáma væl at kappast, og tað ger at ein hevur nakað at arbeiða fram ímóti, soleiðis at mann ikki bara “dovnar” á skúlabonkinum.
Hví yrkisúbúgving?
- Eg kann minnast at eg í 7. flokki í Danmark, teknaði eini hús til eina skúlauppgávu í einum faki, og samstundis gjørdi eg mær nakrar tankar um, at eg møguliga skuldi verða arkitekt. Seinni flyti eg so til Føroyar og velji at fara á Nám X, og síðani á Yrkisnám. Mær hevur altíð dámt væl at arbeiða við hondunum og við timbri, samstundis sum eg altíð havi havt ætlanir um at stovna egna fyritøku ella fara undir víðari útbúgving. At fara í læru sum timburmaður, gevur mær góðar møguleikar til hetta.
-Eg haldi tað er stuttligt at sleppa at arbeiða við timbur, brúka hendurnar, sjálvur taka ábyrgd, ikki bara fylgja ordrum, men royna at trýsta eitt sindur til grensurnar, soleiðis at mann hevur eitt sindur av sjálvræði.
-Eg haldi at vera undir yrkisútbúgving er skide feitt, uppá tann mátan, at tú kanst vera aktivur/virkin í tínum gerandisdegi. Eg kann bara tosa fyri meg, men eg hevði blivið ørur av at bara siti niðri allatíð.
Navn: Ingmar Dam
Føðidato: 1. mai, 1997
Lærupláss: Búsetur
Útlærdur: 26 apríl, 2019