Niels

Aftursvar til arbeiðarafeløgini um broytingar í dagpeningalógini

13. november. 2023 | Áskoðan

Í skrivi frá arbeiðarafeløgunum verður Føroya Arbeiðsgevarafelag lagt undir at vilja forða fyri, at starvsfólk fáa ein bata í starvsrættarligu viðurskiftunum mótvegis arbeiðsgevaranum. Støðan er tó tann øvugta, arbeiðsgevararnir royna at forða fyri, at broytingarnar fáa neiligar avleiðingar fyri fólk við nógvari sjúkrafráveru

Tað er neyðugt at gera tað púra greitt. Ætlaðu broytingarnar í dagpengalógini hava onga broyting við sær fyri rættindini hjá teimum løntakarum, sum hava rætt til dagpengar undir sjúku. Tað er einans at flyta  útreiðslur frá landskassanum til arbeiðsgevarar.

Í sambandi við ætlaðu broytingarnar í dagpeningaskipanini hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ført fram, at talan er um ein munandi øktan kostnað fyri arbeiðsgevaran. Hetta ger tað truplari hjá arbeiðsgevarum at hava starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi.

Taka sosiala ábyrgd
Nógvir arbeiðsgevarar taka í dag sosiala ábyrgd og hava fólk í starvi við nógvari sjúkrafráveru. Hetta er ein fyrimunur fyri allar partar. Men við hesi broyting kann støðan skjótt versna – bæði fyri arbeiðsgevaran og starvsfólkið.

Í dag er ein ávís trygging fyri arbeiðsgevaran, tí hóast hann hevur eitt starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru, er arbeiðsgevaraparturin av dagpengunum avmarkaður til tveir teir fyrstu dagarnar í hvørjari sjúkrafráveru. Tá ið talið á sjúkradøgunum, sum arbeiðsgevarar rinda fyri, verður økt upp í heilar 7 dagar, verður tað serliga hjá lítlum og miðalstórum arbeiðsgevarum torført at hava fólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi. Hetta er ikki ein hóttan, hetta er ein sannroynd.

Ørkymlandi broytingar
Fleiri arbeiðsgevarar hava vent sær til Vinnuhúsið, tí teir eru ørkymlaðir um ætlaðu broytingarnar. Tey siga beinleiðis, at hetta fer at gera tað munandi verri at hava fólk í starvi við nógvari sjúkrafráveru, hóast teir vilja taka sosiala ábyrgd.

Ófullfíggjað samanbering
Arbeiðarafeløgini samanbera í skrivi sínum skipanir í øðrum norðurlondum. Talan er um eina ófullfíggjaða samanbering, tí tað ber ikki til bara at taka ein part av samanberingini við.

Í Danmark kunnu arbeiðsgevarar t.d. tekna eina sjúkradagatrygging og harvið sleppa undan at rinda ov nógvar fráverudagar. Talan kann somuleiðis verða um undantøk at rinda fyri sjúkradagar, um talan er um starvsfólk, sum ofta eru sjúkrameldað, ella hava varandi og drúgva sjúku.

Eisini rinda føroyskir arbeiðsgevarar á øðrum økjum meira enn í øðrum londum, eitt nú í sambandi við sjúkrafráveru hjá starvsmonnum. Hetta ger tað í dag longu trupult hjá arbeiðsgevarum at hava starvsmenn við nógvari sjúkrafráveru í starvi, tí tey umframt at rinda løn til starvsfólkið, eisini skulu rinda løn til ein avloysara. Fyri eina lítla fyritøku kann hetta verða ein stórur trupulleiki.

Tí er neyðugt at hyggja at samlaðu skipanini, tá samanberingar verða gjørdar

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L