Aftursvar til blaðgrein

17. november. 2008 | Áskoðan

Ráðgevaravinnan ynskir ikki serskipanir.

Í vikuskiftinum hevur tekniski stjóri í Tórshavnar kommunu Jákup Egholm Hansen blaðgrein undir yvirskriftini:”Krevja føroyskir arkitektar monopol?” Ráðgevararafelagið, sum er vinnufelagið hjá føroysku ráðgevarafyritøkunum og umboðar 23 virkir innan arkitekta- og verkfrøðingavirkir, harmast um, at tekniski stjórin leggur vinnuna undir at vilja hava serskipanir fyri føroyskar fyritøkur.

Ráðgevarafelagið hevur ongantíð ynskt serskipanir og monopol. Ráðgevarafelagið hevur hinvegin fleiri ferðir gjørt vart við, at føroyskir ráðgevarar skulu hava somu sømdir og hava møguleika at kappast á jøvnum føti við útlendsk virkir. Handfaringin av kappingini um ellisdepilin Yviri við Strond er besta dømi um, at hetta er neyðugt. Arkitektar og verkfrøðingar gjørdu vart við hjá Tórshavnar kommunu, at sum kappingin var skipað, fór hetta at útihýsa føroysk virkir, og rætt var. Tey fimm virkini, sum sluppu at kappast, vóru útlendsk. Fyri at umgangast rumbul valdi kommunan, sum neyðloysn, at bjóða einum føroyskum samtaki við sum sætta luttakara, hóast hesi ikki vóru prekvalifiserað.
Eftir stóðu fleiri føroysk virkir og samtøk, sum ikki sluppu at kappast við útlendsku virkini. Hetta er tað, sum atfinningarnar hjá Ráðgevarafelagnum snúgva seg um og ikki, at vinnan ynskir serskipanir. Hinvegin halda vit tað vera natúrligt, at føroysk virkir hava møguleika og ikki verða úthýst, tí vit eru føroysk og royna at skapa og menna eina vitanarvinnu til gagns fyri tað føroyska samfelagið.

Sóknast verður eftir, at føroyskar fyritøkur taka initiativ til at samstarva við útlendsk virkir. Flestu føroysku ráðgevaravirkini hava útlendskar samstarvsfelagar. Tað eru tað fleiri ítøkilig dømir um, men fyri at hava samstarv, má tað verða okkurt at samstarva um. Tá uppgávur, sum egna seg til at samstarva um, verða sendar av landinum, er tað ikki lætt. Útlendskar uppgávur kundu eisini gjørst eitt týðandi bein at staðið á sum frá líður. Kortini er tað eyðsýnt, at um fyritøkurnar ikki sleppa framat á heimamarknaðinum, er ongin livandi kjansur at menna seg uttanlanda.

Ráðgevaravinnan er ein vitanarvinna, sum dúvar uppá vælútbúgvin starvsfólk á bachelor og masterstøði. Hóast henda vinna, eins og aðrar vitanarvinnur, merkir trupulleikan av at fáa fólk heim, serliga kvinnur, so hevur tað víst seg, at tað ber til at fáa starvsfólk heim, um arbeiðið er nóg avbjóðandi. Hinvegin er onki at ivast í, at tey hugsað seg um tvær ferðir, verður tilboðið ein viðfáningur í mun til tað, ið verður boðið aðrastaðni. So fer ikki at bera til at tosa um eina framtíðar vitanarvinnu í hesum yrkinum. Henda vitanarvinna krevur onga serstaka játtan ella tílíkt, bert at føroyska vinnan sleppur upp í part.

Eisini verður ført fram, at um ráðgevarnir ikki søkja samstarv við útlendskar fyritøkur, er vandi fyri, at føroysku ráðgevarnir stagnera. Hetta er neyvan bara galdandi fyri ráðgevaravinnuna, men nakað, sum eitt lítið samfelag sum okkara hevur at dragast við, eisini Tórshavnar kommuna.

Vinnan skal altíð virka eftir galdandi ásetingum og treytum í samfelagnum. Broytast fortreytirnar, má vinnan virka undir hesum. Enn eru Føroyar ikki limir í ES, og tí virka vit ikki undir ES treytum.

Tað er óheppið, at tekniski stjórin í Tórshavnar kommunu fer alment út og niðurger eina heila vinnu og kemur við gitingum, sum ikki hava hald í veruleikanum. Er tað tann mest víðskygda loysnin, er tað tann bíligasti ráðgevin, tann bíligasta byggingin, tann skjótasta? Ella kanska tann mest umhvørvisvinaliga, tann sum mennir byggivinnuna ella kanska eitt byggilistaverk, ið setur Føroyar á kortið?
Tá alt hetta er sagt, so hevur ráðgevaravinnan ofta peika á og ynskt greiðari reglur og mannagongdir um kapping, so tað er púra greitt, hvat kappast skal um.

Heldur enn at grava djúpar veitir eiga kommunan og vinnan at tosa saman. Gjøgnum seinastu nógvu árini, hevur verið og er framvegis eitt umfatandi samstarv millum kommununa og føroyskar ráðgevar, við góðum úrslitum. Tað er hetta vit ynskja at menna í dialogi partanna millum. Eru mistøk gjørd, eiga vit at rætta tey heldur enn taka ógvusligar avleiðingar og fara í bløðini at samskifta.

Nevndin í Ráðgevarafelagnum

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L