Áhugin fyri yrkisútbúgvingum í Noregi økist

23. mars. 2015 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Norska arbeiðsgevarafelagið NHO (Næringslivets Hovedorganisasjon) fegnast um, at fleiri ung nú velja eina yrkisútbúgving.

Rákið seinnu árini hevur annars verið, at alt fleiri norsk ung velja eina bókliga fyrireiking til hægri lestur. Størsta økingin er innan byggi- og anleggs fak, og heldur NHO hetta vera serliga upplyftandi, tí hesi fak hava verði fyri stórari niðurgongd tey seinnu árini.

Í Føroyum verður eisini arbeitt fyri at fáa fleiri ung at velja sær eina yrkisútbúgving, tí tað er serliga innan summi fak, at tað er torført at fáa sett nóg mikið av fólki við einari yrkisútbúgving. Hetta er sama gongd sum í grannalondunum, har tað eisini innan fleiri ymiskar sektorar vanta starvsfólk við yrkisútbúgving. Framskrivingar vísa, at tað fer at gerast alsamt torførari at fáa nóg mikið av fólki við yrkiútbúgving sett í starv, bæði hjá tí privata og hjá tí almenna.

Kelda: nfo.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya