Alexander

AI og samfelagsligu ávirkanirnar

09. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kom á Vinnudagin 20. september og hoyr Alexander Bard um framtíðarhugsan og AI.

Alexander Bard er í Svøríki eitt kent navn sum kjakari, cyberfilosofur og sjónvarpsvertur. Sum røðari tekur hann spurningin um talgilding og tær avleiðingar, hon hevur á samfelagið. Alexander er eisini partur av teimum sermerktu poppbólkunum Army of Lovers og BWO, har hann er kendur fyri sín førleika at draga til sín uppmerksemi.

Á Vinnudegnum fer Alexander at hugleiða um AI. Hann fer við heitinum How The Internet changed the world forever, and how AI is The Internet becoming intelligent at tosa um, hvussu vit kunnu skilja og gagnnýta tær broytingar, ið AI og internetið bera við sær. Við sínari serstøku blanding av heimspeki, tøkni og samfelagskritikki, gevur hann eina nýggja og øðrvísi fatan av, hvussu framtíðin fer at síggja út.

Sí skránna her

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir