Airbnb vindur uppá seg, eisini her heima. Talan er um ein óreguleraðan marknað, ið ikki gevur tað av sær til samfelagsbúskapin, sum hann kundi, og sum avskeplar marknaðin, av tí at somu reglur ikki eru galdandi fyri øll.
Gistingarpallurin Airbnb trýstir gistingarhúsvinnuna kring heimin í størri og størri mun, og lond eru so smátt farin at seta reglur og skipanir í verk fyri at verja staðbundnu gistingarhúsvinnuna og bústaðarmarknaðin í landinum. Millum annað hevur Ísland í summar gjørt ásetingar fyri, nær útleigan gjøgnum pallar sum Airbnb er at meta sum vinnuligt virksemi, og nær tað er býtisbúskapur.
Okkurt bendir tó á, at Airbnb kennir trýstið á sær. Nú staturin New York hevði ætlanir um at herða reglugerðina fyri útleigan, legði Airbnb fram tiltøk, ið kunnu setast í verk ikki bert í New York, men í øllum heiminum. Talan var um skráseting av útleigarum og átøk móti útleigarum, ið leiga út fleiri bústaðir. Uppskotið hjá Airbnb kom tó í seinra lagi til at steðga átakinum hjá New York.
Kelda: HORESTA