Aliráðstevnan 2009

02. februar. 2009 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan 2009 verður 27. februar á Hotel Føroyum. Nevndin í Havbúnaðarfelagnum leggur stóran dent á, at aliráðstevnan skal verða viðkomandi fyri starvsfólkini í alivinnuni og tær avbjóðingar, sum vinnan dagliga møtur.

Eins og undanfarin ár verða tveir fastir tættir á skránni. Har verður hugt eftir marknaðarútlitunum hjá alivinnuni komandi árið, umframt at lívfrøðiliga gongdin í føroysku alivinnuni verður gjørd upp. Tað eru ávikavist Hans Jákup Mikkelsen frá Marine Harvest og Rúni Dam frá Avrik, sum hava framløgurnar.
Av útlendskum gestum verður Cato Lyngoy djóralækni, sum í nógv ár hevur arbeitt innan sjúkufyribyrging í Noregi. Cato fer at greiða frá, hvussu fiskasjúkan PD smittar. Somuleiðis fer granskingarleiðarin Grete Bæverfjord frá norska granskingarstovninum Nofima at greiða frá kritiskum faktorum í sambandi við framleiðslu av rognum og smolti. Frode Oppedag granskari frá norska Havforskningsinstituttinum fer at greiða frá yvirvøku av oksygen í aliringum og hvussu týdningarmikið tað er við nóg mikið av oksygeni. Martin Iversen frá Høgskolen í Bøde fer at greiða frá strongd í sambandi við útseting av smolti.
Aðrir fyrilestrahaldarar verða Jan Sørensen frá Biofar og Durita Nielsen granskari frá Luna. Jan Sørensen fer at greiða frá umhvørvinum við alibrúkini, og Durita Nielsen, sum í løtuni er við at gera eina kanning av góðskuni á føroyskum laksi, fer at legga úrslit frá hesi kanning fram.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í alimálum, setir dagin.
Eftir ráðstevnuna verður døgurði fyri luttakarum á Hotel Føroyum.
Tilmelding er umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo og tilmeldingarfreistin er 24. februar. Meira um tiltakið á heimasíðuni.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025