Aliráðstevnan 2013 verður 22. februar

10. desember. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Havbúnaðarfelagið hevur seinastu árini skipað fyri aliráðstevnu, og Aliráðstevnan 2013 verður fríggjadagin 22. februar á Hotel Føroyum.

Nakrir afturvendandi tættir hava verið seinastu árini, og hesuferð fer Ragnar Nystøyl, leiðari hjá Kontali í Noregi, at greiða frá um marknaðarútlitini í 2013. Harumframt fer Lill-Heidi Johansen frá NOFIMA at greiða frá nýggjastu granskingini innan IPN og koppseting, og Sofie Remø frá NIFES fer at røða um, hvørja ávirkan hydrogenperoxid viðgerð hevur á laks.

Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, fer at halda fyrilestur um gaping í laksi, og hon hevur skrivað eitt phd projekt um hetta evnið. Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, fer at umrøða fiskaheilsustøðuna í Føroyum. Rúni Dam fer eins og undanfarna ár at gera upp fiskagoymslur og metingar fyri komandi ár.

Enn eru øll nøvnini ikki komin uppá pláss, og endalig skrá verður væntandi kunngjørd í januar


Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya