Ein góður mánaði er nú eftir til Aliráðstevnuna, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 4. mars 2016. Aliráðstevnan savnar fólk úr føroyskum havbúnaði, undirveitarum, tí almenna og fólk við áhuga fyri føroyskum havbúnaði til ein dag við framløgum, netverkan og íblástri.
Á skránni fyri Aliráðstevnuna í ár eru framløgur um gongdina í føroyskum havbúnaði og nýggj vitan, sum kann geva íblástur til virksemið hjá vinnuni. Kontali Analyse, sum hevur verið fastur gestur seinastu árini, fer aftur í ár at leggja fram um marknaðarútlit og gongd í føroyskum havbúnaði. Eisini fer sendimaðurin á russisku sendistovuni at greiða frá um russiska marknaðin og støðuna har.
Harumframt verða framløgur, sum snúgva seg um framleiðsluna, m.a. um ljósstýring í framleiðsluni av stórum smolti. Fleiri framløgur vera eisini um avbjóðingarnar við laksalús, og um tiltøk at basa henni.
Latið verður upp fyri tilmelding til Aliráðstevnuna mánadagin 1. februar 2016 á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo.