Aliráðstevnan 2019: Burðardygg framleiðsla í føroyskari aling

04. mars. 2019 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan 2019 varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars, har uml. 400 fólk hittust at deila vitan, fáa íblástur og at netverka. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni, og høvuðstemað á Aliráðstevnuni var burðardygd, bæði yvirskipað og meira praktiskt.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, setti Aliráðstevnuna. Hann tosaði m.a. um góða umdømið hjá føroysku alivinnuni úti í heimi og um tey framstig, sum vóru hend í vinnuni. Eisini nevndi hann tær avbjóðingar, sum framvegis standa fyri framman, eitt nú í mun til laksalús og í mun til áhaldandi arbeiðið at fáa til vega størri vitan um umhvørvisávirkanina frá vinnuni. Hann vísti á, at við vaksandi útflutningi av burðadyggum matvørum úr Føroyum til heimin, røkja vit eisini eitt av endamálinum við teimum 17 heimsmálunum. Harumframt nam hann við avbjóðingarnar við at fáa betri marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning av fiskavørum.

Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse gjørdi upp gongdina í føroysku alivinnui og hugdi eisini eftir marknaðarútlitunum. Í stuttum var niðurstøðan hjá honum, at føroyska alivinnan framvegis liggur fremst, tá tað snýr seg um inntjening pr. kg, men at alivinnan í Kili hevur yvirhálað Føroyar á fleiri produktivitetsfaktorum í 2018. Føroyar hava tó framvegis hægstu tøkuvekt, sum eisini er ein fyrimunur fyri inntjeningina pr. kg. Valutagongdin í 2018 hevði tó ikki verið til fyrimun fyri føroyska alivinnu.

Rúni Dam greinaði lyklatøl fyri føroysku framleiðsluna í alivinnuni í farna ári, og kom eisini inn á gongdina í 2019. Hann vísti m.a. á, at miðal smoltstøddin framhaldandi er í vøkstri, og at tíðin, sum laksurin er á sjónum, av somu orsøk styttist. Hann vísti á, at fellið í miðal fyri 2018 vaks í mun til 2017. Orsøkin er sannlíkt økta handfaringin av fiskinum. Fellið er tó framvegis lægri enn í Noregi. Samstundis vísti hann eisini á, at ávís aliøkið høvdu havt besta úrslit nakrantíð. Hann metti, at tøkan í 2019 fór at vaksa uml. 8% í mun til 2018.

Tordis Poulsen, sustainability manager í Unilever, greiddi við støði í royndunum hjá Unilever frá, hvat fyritøkur kunnu gera fyri at skipa seg burðardygt. Tordis vísti m.a. á, at meira enn 2/3 av CO2-ávirkanini frá matvørum hendir heima hjá endabrúkaranum, og hon greiddi frá um royndirnar hjá Unilever at upplýsa brúkararnar um, hvussu man kundi minka um CO2-útlátið. Hon nevndi eisini, at laksur sum útgangsstøði er ein proteinkelda við sera lágari CO2-ávirkan, og vísti hvussu forbrúkararnir kunnu á heimasíðuni hjá Unilever við at nýta drag-and-drop kunnu samanseta eina máltíð við ymiskum matvørum, og fáa roknað út, hvussu CO2-ávirkanin frá samlaðu máltíðini er.

Á Aliráðstevnuni vóru annars ein røð av styttri og longri fyrilestrum um evni, sum eru viðkomandi fyri føroyska havbúnaðin. Hesar framløgur verða tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, eins og tað fer at verða kunnað leypandi um nøkur av úrslitunum.

Myndarøð frá degnum niðanfyri:

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L