Hav
Havbúnaðarfelagið

Aliráðstevnan: Ein týðandi pallur fyri vitan og menning

03. mars. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Fríggjadagin 28. februar skipaði Havbúnaðarfelagið fyri árligu Aliráðstevnuni, har fólk úr alivinnuni og onnur áhugað komu saman fyri at deila nýggjastu vitanina og umrøða menningarmøguleikar í vinnuni

Føroyska alivinnan er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði búskap og arbeiðsmarknað í Føroyum. Aliráðstevnan, sum varð hildin á Hotel Føroyum 28. februar, er gyltur møguleiki hjá øllum, sum starvast í alivinnuni, at fáa nýggja vitan og deila royndir.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, setti Aliráðstevnuna, og í røðuni legði hann dent á týdningin, sum alivinnan hevur fyri føroyska samfelagið. Skráin fevndi um bæði styttri og longri framløgur, har ymisk áhugaverd og viðkomandi evni fyri alivinnuna vórðu viðgjørd.

Ein týdningarmikil partur av ráðstevnuni var at viðgera, hvussu alivinnan kann handfara og loysa ymiskar avbjóðingar, ið vinnan stendur fyri. Millum annað vórðu framløgur um, hvussu laksalúsatrupulleikin kann stýrast meira skilagott, hvussu fiskaheilsa kann betrast, og hvussu umstøður á firðunum kunnu ávirka alingina.

Hartil varð eisini greitt frá ítøkiligum átøkum, sum eru gjørd í alivinnuni seinasta árið.

Umleið 450 fólk luttóku á ráðstevnuni, sum eisini í ár var fultteknað. Millum luttakararnar vóru fólk úr ymiskum pørtum av alivinnuni, umframt undirveitarar til vinnuna, granskingarstovnar og almennir myndugleikar.

Aliráðstevnan gevur eisini framúr møguleika at netverka, og mong nýttu høvið til at hitta og tosa við fólk úr alivinnuni og teimum, sum starvast í tøttum samstarvi við hana.

Framløgurnar frá degnum verða lagdar út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum í vikuni her.

Sí myndir frá tiltakinum niðanfyri.

Annað á breddanum

  1. Dugnaligir lærlingar kappaðust um heiðurin

    Eftir tveir spennandi og krevjandi kappingardagar vórðu føroyameistararnir funnir í FM fyri handverkslærlingar

    03. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Fmfh 1
  2. ES- ella EFTA-limaskapur hevði bøtt munandi um útflutningsmøguleikarnar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit mugu fara undir realitetsviðgerð av spurninginum um føroyskan limaskap e.l. í fríhandils- ella búskaparligum felagsskapum sum ES ella EFTA

    03. Mars. 2025
    Vinnuhus Mynd 2
  3. Sáttmálasamráðingar við YTF byrjaðar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og yrkisfelagið YTF eru nú farin undir at samráðast um nýggjan sáttmála

    03. Mars. 2025
    Mynd 1