Nýggja Búmerkið HBF 2009

Aliráðstevnan verður fríggjadagin 1. mars

22. januar. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður

Árliga Aliráðstevnan 2024 verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars

Aliráðstevnan er dagurin har fólk í og kring alivinnuna við áhuga fyri havbúnaðinum hittast at fáa nýggja vitan og íblástur, eins og møguleikar eisini eru fyri at netverka.

So setið kross í kalendaran nú. Latið verður upp fyri tilmeldingum mánadagin 5. februar á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum, www.industry.fo. Seinasta freist at melda seg til er týsdagin 27. februar. Tað kann tó henda, at latið verður aftur fyri tilmeldingum áðrenn hetta, um Aliráðstevnan er fullsett. Luttakaratalið á Aliráðstevnuni liggur um 400 fólk.

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar ráðstevnuna.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya