Effektivisering Av Tí Almenna

Almenni bygnaðurin má til høvuðseftirlit

15. apríl. 2024 | Áskoðan

Almenni bygnaðurin má effektiviserast fyri at tálma stóra útreiðsluvøkstrinum. Vit eiga at seta okkum sum mál, at samlaða starvsfólkatalið innan tað almenna minkar.

Almennu útreiðslurnar halda fram við at vaksa við rúkandi ferð. Næsta ár vaksa útreiðslurnar á Fíggjarlógini við 5,4 prosentum sambært játtanarkørmunum, sum júst hava verið til 1. viðgerð í Løgtinginum.

Aftur næsta ár verða allar tær stóru inntøkurnar, sum renna inn í almennu kassarnar, brúktar – og meira enn tað. Hetta átti at fingið alarmklokkurnar at ringt í bygningunum í Tinganesi.

Almenni bygnaðurin endurskoðast
Fyri at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum eigur almenni bygnaðurin at verða endurskoðaður. Tað er neyðugt  at minka um samlaða starvsfólkatalið í tí almenna. Ítøkiliga kunnu vit seta okkum sum mál, at tað um 10 ár til dømis arbeiða 5% færri starvsfólk innan tað almenna. Og síðani eigur tað at verða gjørt upp á hvørjum ári, hvussu tað gongur við at røkka málinum.

Í áhugaverdu framløguni, sum Durita Tausen hevði á tiltaki um haldførisavbjóðingina, vísti hon á fleiri avbjóðingar við almenna bygnaðinum. Eitt nú eru nógvar heilt smáar eindir, har ein stórur partur av útreiðslunum fer til umsiting.

Tíðin er komin til, at onkur viðger hesa avbjóðingina og kemur við einum boði uppá, hvussu vit best skipa almenna bygnaðin. Spurningurin er so, hvør hesin “onkur” er.

Í sendingini Stjórnin á FM1 varð nevnt, at ein av uppgávunum hjá Búskaparráðnum kundi verið at eftirhugt almenna sektorin. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við. Í farandi skeiði hevur Búskaparráðið brúkt stóra orku at menna ein búskaparmyndil, sum kann nýtast til at meta um haldførið, og tað er gott og tiltrongt.

Búskaparráðið hevur eisini í hesum skeiðinum víst á møguleikar fyri at effektivisera ávísar partar av almenna geiranum. Komandi Búskaparráð, sum tekur við á sumri 2024, eigur at arbeiða víðari við møguleikunum fyri at effektivisera almenna geiran og geva eitt fakligt undirbygt boð uppá hvussu hetta kann fremjast í verki. Hetta er eisini týðandi partur av haldførisavbjóðingini, so tað hevði verið eitt framhald av tí arbeiði, sum Búskaparráðið higartil hevur gjørt.

Fá munagóð átøk
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at gera átøk / sparingar fyri 35 mió næsta ár. Tað virkar  bakvent fyrst at økja munandi um almennu útreiðslurnar, fyri síðani at siga, at vit ætla at spara 35 mio kr. í mun til tað nógv økta talið. Harumframt munar henda sonevnda “sparingin” alt ov lítið. Hon svarar til umleið 0,5% av fíggjarlógini. Hetta munar sjálvandi alt ov lítið, tí útreiðslurnar renna frá inntøkunum.

Størri átøk mugu gerast fyri at fáa almennu útreiðslurnar niður. Lyklaorðini eru at effektivsera almenna raksturin og at arbeiða við bygnaðarbroytingum, herundir eisini samanleggingum.

Meira fokuserað virksemi
Nógv  størri dentur má leggjast á at tryggja, at almennar íløgur frameftir føra til, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir.  Eisini eigur at verða hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at minka um talið á kommunum, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.

Tað eru eisini dømi um alment virksemi, har tað er óneyðugt, at tað er tað almenna, sum rekur tað.  Eitt nú fevna partar av virkseminum hjá Landsverki um meira enn gott er fyri at tryggja ein vælvirkandi stovn.

Tað eru eisini partafeløg, har almenni ognarluturin eigur at verða seldur. Eitt nú er høvuðsvirksemið hjá Posta er í dag av slíkum slag, at sama virksemi frammanundan verður rikið av fleiri øðrum privatum feløgum. Tí eigur Posta at vera selt privatum íleggjarum.

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir