Almenni geirin er ein avbjóðing

31. oktober. 2016 | Áskoðan

Í sambandi við FaroExpo í seinastu viku var ráðstevna, har evnið var “Almenni geirin ein avbjóðing fyri føroyska búskapin”. Í hesum sambandi gav Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, eitt klípi til kjakið.

Útgangsstøðið er, at Føroyar eru eitt pinkuland við útvið 50.000 íbúgvum. Uppgávurnar, sum landið hevur, eru tó stórt sæð tær somu sum hjá londum við milliónum av íbúgvum . Tað merkir, at tað er ein stór og avbjóðandi uppgáva at fáa almenna húsarhaldið at hanga saman. Tað merkir eisini, at vit, sum búgva og arbeiða her, mugu verða raskari, dugnaligari, effektivari og snildari enn tey flestu, hetta fyri at taka skilagóðar avgerðir um, hvussu samfelagið skal síggja út, m.a. hvørjar tænastur skulu bjóðast fólkinum.

Føroyska samfelagið er eitt vælferðarsamfelag á sama støðið sum í okkara grannalondum. Her er tann sokallaða sosiala kontraktin tann, at vit gjalda ein høgan skatt – afturfyri at tað almenna tekur sær av okkum, tá vit ikki eru før fyri tí sjálvi. Eingin ivi er um, at tey allar flestu av okkum – eisini vinnulívsfólk -  taka undir við, at soleiðis skal tað verða.

Men meira vil hava meira. Vit krevja ómetaliga nógv av almenna kassanum, og væntanirnar eru alt ov stórar og órealistiskar, um man bara hugsar eitt lítið sindur um støddina á hesum landinum. Landspolitikkarar og kommunalpolitikarar kappast um at bjóða fram almennar og kommunalar tænastur “ókeypis” til borgaran. Tað, sum hesi gloyma at fortelja, er, at vit borgarar betala kortini - nevniliga yvir skattarokningina.

Niðurstøðan er, at tað almenna bara veksur. Talið á starvsfólkum í tí almenna er vaksin frá 5.000 til 9.000 yvir seinastu 30 árini, og raksturin av almenna kassanum hongur akkurát saman. Hetta sjálvt um skatturin á vinnuna er vaksin munandi seinastu árini.

Politiska skipanin megnar ikki at gjøgnumføra broytingar í almenna geiranum. Eitt dømi um hetta er stóra demografiska avbjóðingin, sum krevur djarvar politiskar avgerðir. Annað dømi er evnini at taka út rationaliseringar av almenna geiranum í mun til tær íløgur, sum verða gjørdar í infrastrukturin í landinum.

Tað er tó neyðugt at tálma og minka um almennu útreiðslurnar. Allar tænastur og uppgávur, tað almenna veitur, eiga at  verða eftirhugdar við tí fyri eyga at skera tær burtur, útveita tær og áleggja brúkaragjøld, har tað er skynsamt. Harumframt eigur at verða útgreinað, hvørjar rationaliseringar kunnu gerast sum ein avleiðing av teimum íløgunum, sum eru gjørdar og fara at verða gjørdar í almenna infrastruktur.

Somuleiðis eigur skattaskipanin at verða eftirhugt, so vit gerast kappingarfør um arbeiðsmegina samanborið við grannalondini. Øll vinna, eisini ali- og fiskivinna, eigur at verður eggjað til fyritaksemi og at gera íløgur í nýtt virksemi heldur enn at verða brandskatta.

Framløgan hjá Faroe Expo kann síggjast her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L