Útgangsstøðið fyri, at Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at tað almenna tillagar sektorin er, at almennu útreiðslurnar eru sera nógv øktar seinnu árini, stórt hall er á fíggjarløgtingslógini í ár og somuleiðis verður roknað við uppaftur størri halli í 2010. Umsiting er vaksin við fleiri aðalráðum og ilt er at síggja, at samskipanin millum aðalráðini er vorðin betri. Somuleiðis er tænastustøðið hjá almennu skipanin rættuliga ymisk og ásannast kann, at tað framvegis er ein trupulleiki at fáa lóggávu til hoyringar í góðari tíð.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til:
- At landsstýrið tekur neyðug stig til yvirskipaða samskipan og stýring av málum, sum fevna um fleiri ráð
- Avriks- og málstýring av øllum almennum stovnum
- At øll aðalráðini samskifta á sama hátt við hoyringspartarnar
- At øll lóggáva skal sendast til hoyringar, áðrenn hon verður løgd fyri tingið.
Vinnuvirkir merkja, at tey eru í kapping við tað almenna um tænastur. Virkir mugu ásanna, at tey ikki megna kappingina við almenna kassan og mugu tí geva skarvin yvir. Hetta er als ikki nøktandi og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað er ógvuliga umráðandi, at almenna skipanin er munandi meira tilvitað um, hvørjar uppgávur hoyra tí almenna til og hvørjar uppgávur hoyra vinnuni til.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at tað almenna skipar fyri:
- Munandi útveiting av tænastuveitingar og hjálpifunktiónum
- Gerð av reglum fyri almenna innkeypinum
Seinastu mongu árini hevur verið tosað um bygnaðarliga hallið, sum er á árligu fíggjarlóg landsins. Arbeitt eigur at verða miðvíst við at fáa hetta bygnaðarliga hall av vegnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at beint nú er ikki er rættað tíðin, at tað almenna ger munandi inntriv. Sostatt eigur varliga at verða farið fram so ótti ikki verður skaptur millum landsins borgarar. Hinvegin eigur politiska skipanin at fyrireika seg uppá at fáa hetta bygnaðarliga hall burtur og fremja nakrar munagóðar loysnir.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at politiska skipanin arbeiðir við:
- At fyrireika framhaldandi privatisering
- At skattafrádrátturin til fiskimenn verður niðurlagaður t.d. yvir 10 ár
- At eftirlønarnýskipanin verður gjøgnumførd sum skjótast.
Áður hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag víst á, at tað er óheppið at symetri ikki er millum rentuskatt og rentustuðul. Hóskandi hevði verið, at symetri var millum hesi fyri at javnstilla kappingina um kapitalin. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til:
- At symetri verður millum rentustuðul og skatt av innlánum.
Frá tí, at skipanin um mvg-frádrátt til tímalønina í sambandi við bygging og umvæling av sethúsum kom í gildi hevur Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag mælt í móti hesum. Skipanin hevur elvt til í fyrsta lagi stóra umsitingarbyrðu á arbeiðsgevararar og í øðrum lagi á borgaran.
Mælt verður tí til:
- At mvg-frádrátturin til sethúsabygging verður niðurlagaður .
Um skipanin verður niðurlagað nú væntar vinnan, at hetta vil stimbra eftirspurningin eftir tænastum frá byggivinnuni nú. Hetta hevði verið sera gott í hesum døgum, tí eftirspurningurin eftir tænastum frá byggivinnuni er fallin munandi seinasta hálva árið.
Meira kann lesast um tilmælir og sjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelag um almenna sektorin í serstøkum parti í ársfrágreiðing felagsins 2008.