At fáa tamarhald á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum seinastu árini, hevur fingið lítla rúmd í valstríðnum, sum nú er komið væl í gongd.
Politikkur snýr seg um at vilja framburð, menning og broytingar av samfelagnum, og flokkar bjóða seg fram við valskráum, tí tey hava eitt ella fleiri hjartamál hesum viðvíkjandi, men politikkur snýr seg minst líka nógv um at raðfesta, tí politiska skipanin hevur ikki óavmarkaðar inntøkur at ráða yvir.
Valskráirnar eiga eisini at hava boð upp á, hvussu vallyftini skulu fíggjast, og hvussu tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum seinastu árini við atliti at óvissu framtíðarútlitunum.
Munandi partur av almenna útreiðsluvøkstrinum seinastu árini er grundaður á forskatting av pensjónum og óvissum avgjaldsinntøkum frá ali- og fiskivinnuni, og inntøkurnar frá ali- og fiskivinnuni kunnu verða rættiliga svikaligar og óvissar at dúva uppá.
Tað almenna kann sostatt skjótt fáa stór undirskot, um fortreytirnar í ali- og fiskivinnuni brádliga verða øðrvísi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at ein ábyrgdarfull valskrá eigur at hava boð uppá, hvussu tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum seinastu árini, og hvussu óvissu búskaparútlitini, bæði her heima og í altjóða búskapinum, skulu handfarast í politisku raðfestingunum.
Vit eru í einum búskaparligum hákonjunkturi í løtuni, men trøini vaksa neyvan inn í himmalin.
Víst verður annars til búskaparfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.