Sum so nógvar aðrar vinnur er ráðgevara- og byggivinnan í Føroyum ávirkað av minkandi virkseminum sum heild. Tað almenna hevur eina ábyrgd sum byggiharri at tryggja, at torføra støðan ikki gerst enn verri við at seta hesum fyritøkum órimuligar ella óneyðugar treytir í teimum byggiverkætlanum, har tað almenna ella almennar fyritøkur eru byggiharrar.
Tað vísir seg sum almennu byggiharrar sum heild hava valt at taka til sín somu treytir og manngongdir, sum verða nýttar uttanlands. Hetta er teirra egna val, og eingin kann forða teimum í tí, hóast tú í summum førum ivast í, hvussu hóskandi hesar eru til føroysk viðurskifti, har fyritøkurnar eru smáar og oftast ikki líka kapitalsterkar sum útlendskar fyritøkur.
Vit hava tó eisini sæð dømi um, at treytir og mannagongdir verða kopieraðar, sum eisini í størri samfeløgum uttanlands verða skýrdar óneyðugar og órímuligar. Spurningurin er um almennu byggiharrarnir hava sett sjálvstýraran til, uttan at geva sær far um, hvussu lagda kósin ávirkar tær fyritøkur, sum virka her á landi.
Sum dømi um hetta hava feløgini hjá donsku ráðgevaravinnuni (FRI og Danske Ark) nýliga sent Vága Floghavn eitt skriv, har tey vegna alla sínar limir (bæði føroyskar og danskar) átala tær treytir, sum verða settar í s.v. útboðið av ráðgevarauppgávunum til útbyggingarnar.
Nú virksemið er minkandi og kappingin millum ráðgevara- og byggifyritøkur er beinhørð kann kanska tað verða freistandi í sambandi við útbjóðingar at seta fyritøkunum eyka treytir sum kunnu tykjast at geva byggiharranum nakrar marginalar fyrimunir, bara tí tað ber til.
Almennu byggiharrarnir mugu tó ikki gloyma, at við øktum valdi kemur eisini økt ábyrgd. Og skuldu teir gloymt tað mugu vit vóna at vit hava nakrar vaknar politikarar, sum kunnu siga teimum, at tað er umráðandi at vit eisini í framtíðini hava so mikið av ráðgevara- og byggifyritøkum í Føroyum at vit framvegis hava eina virkna kapping. Um almennu byggiharrarnir nýta verandi keyparavald til at leggja fleiri óneyðugar byrðar yvir á ráðgevara- og byggivinnuna, sum hevur tað avleiðing, at tú missur ráðgevara- og byggivinnuna á gólvið, kann tað gerast almennu byggiharrunum og føroyska samfelagnum ein dýrur lærupeningur. Serliga tí at tað er púra óneyðugt. Nýggju treytirnar og mannagongdirnar geva hvørki betri ella bíligari byggjarí enn áðrenn. Heldur øvugt.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi