Almennu útbjóðingarreglurnar skulu innkallast til 1-ára sýn

24. november. 2014 | Áskoðan

Nú eitt gott er liðið, síðan rundskrivið um innkeyp av vørum og tænastum varð sett í gildi, eigur rundskrivið at verða endurskoðað fyri at fáa staðfest, hvørjir partar rigga væl, og hvørjir partar hava tørv á broytingum.

Nøkur av teimum viðurskiftum, sum áttu at verið hugt nærri uppá eru m.a., um tað eigur at verða størri munur á teimum krøvum, sum verða settir til tilboðsfyrispurningar (smærri uppgávur) og til almenn útboð (størri uppgávur).

Eisini eigur at verða hugt uppá, um meira av tí, sum varð skrivað í útboðspolitikkinum hjá landinum, átti at verið tikið við í rundskrivið. M.a. verður í útboðspolitikkinum lagt upp til, at almennir stovnir við jøvnum millumbilum skulu gjøgnumganga sínar uppgávur og meta um, hvørjar uppgávur eru egnaðar at fáa kapping um. Hetta er tó ikki tikið við í rundskrivið, og møguleikarnir at effektivisera almennu framleiðsluna gjøgnum samstarv við privatar veitarar verða tí ikki royndir í nóg stóran mun.

Umframt tað, at rundskrivið eigur at verða endurskoðað, er ein annar trupulleiki, at tað ov ofta kemur fyri, at ásetingar í rundskrivinum ikki verða hildnar. M.a. kemur tað framvegis fyri, at útboðstilfarið verður orðað á donskum, hóast tað greitt stendur í rundskrivinum, at málið skal vera føroyskt. Bert um eingin føroyskur veitari finst, loyvir rundskrivið, at útboðstilfar o.a. verður orðað á útlendskum máli.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya