Almennu útreiðslurnar í Danmark eru ov høgar

13. februar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sambært nýggjari kanning hjá OECD má Danmark minka um almennu útreiðslurnar fyri at tryggja kappingarføri.

Danska stjórnin hevur eina stóra avbjóðing orsakað av, at samlaðu almennu útreiðslurnar, sum partur av BTÚ liggja á 58%. Danmark liggur sum nummar eitt í hesi kanning frammanfyri londini Frankaríki, Finnland, Belgia og Svøríki, sum hava ivasama heiðurin at liggja sum tey fimm londini, sum brúka flest pening uppá almenna geiran. OECD sigur, at neyðugt er at stramma búskaparpolitikkin soleiðis, at almenni parturin av búskapinum minkar. Hetta ber til, men tað krevst, at Danmark fær nýggja og sera stramma stýring av útreiðslunum.
Danski fíggjarmálaráðharrin Bjarne Corydon er samdur í, at stjórnin má stramma í og fer í næstum at leggja fram eina fíggjarætlanarlóggávu. Ætlanin er at fáa eina breiða semju um hesa lóg í fólkatinginum. Tað er ikki greitt fyri almenninginum enn, hvørjir smálutirnir verða í sokallaðu fíggjarætlanarlógini. Hetta verður ikki alment fyrr enn danska stjórnin er samd um, hvussu hetta skal gerast. Fíggjarmálaráðharrin sigur tó, at loft skal leggjast á útreiðslurnar hjá statinum, regiónunum og kommununum. Somuleiðis at um loftið ikki verður hildið, so verða avleiðingarnar stórar fyri tey, sum ikki halda seg til lógina.
Hetta merkir sostatt, at tað ikki bert verður vanligi almenni raksturin, sum skal hava eitt útreiðsluloft, men eisini útreiðslurnar av almannaveitingunum og útreiðslurnar hjá kommununum.
Sambært tølum hjá Hagstovu Føroya eru samlaðu almennu útreiðslurnar í Føroyum, sum prosentpartur av BTÚ, á sama støði sum í Danmark.
Kelda: Børsen 27. januar 2012

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya