Mánadagin 30. september klokkan 19:00 í Atlantis
Mánadagin 30. september skipar Virðisbrævamarknaður Føroya fyri almennum íleggjarafundi í Atlantis í Klaksvík.
Stjórarnir í fýra av teimum føroysku feløgunum, ið eru skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya, koma at greiða frá teirra roknskapi fyri fyrra hálvár 2013. Tað er BankNordik, Bakkafrost, Atlantic Petroleum og Atlantic Airways.
Hetta er eitt upplagt høvi hjá øllum, sum eiga partabrøv ella umhugsa at keypa partabrøv í hesum feløgunum, at hoyra meira um gongdina hjá feløgunum og ikki minst høvi at hitta stjórarnar og seta teimum nærri spurningar um framtíðarútlit og –ætlanir hjá fyritøkunum.
Skráin er:
Kl. 19:00 VMF bjóðar vælkomin
Kl. 19:10 BankNordik leggur fram. Janus Petersen, stjóri
Kl. 19:40 Bakkafrost leggur fram. Regin Jacobsen, stjóri
Kl. 20:10 Kaffisteðgur
Kl. 20:30 Atlantic Petroleum leggur fram. Ben Arabo, stjóri
Kl. 21:00 Atlantic Airways leggur fram. Magni Arge, Stjóri
Fundurin er almennur og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.