Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur verður týskvøldið 9. apríl kl. 19

08. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyar hava eina stóra avbjóðing við minkandi fólkatali og vantandi tilflyting. Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit steðga fólkafráflyting og skapa fólkavøkstur. Í sambandi við at heildarætlanin er liðug og handað landsstýrinum, verður skipað fyri almennum pallborðsfundi um fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum týskvøldið 9. apríl kl. 19-21.

Á tiltakinum verður greitt frá heildarætlanini og Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar.

Við pallborðinum sita formenninir í politisku flokkunum, og áhoyrararnir fáa høvið at seta spurningar.

Evnini pallborðið fer at kjakast um eru m.a.:

-       Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum?

-       Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum?

-       Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar?

-       Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya