Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, vitjaði Vinnuhúsið fyrrapartin.
Á vitjanini fekk sendikvinnan eina frágreiðing um føroyskt vinnulív, eins og tosað varð um møguleikar fyri samstarv millum føroyskt og amerikanskt vinnulív. Á ferðini fer sendikvinnan eisini á virkisvitjanir, eins og fundir verða við føroyskar myndugleikar.
Carla Sands varð tilnevnd av Donald Trump, forseta, og tók við sum sendikvinna í desember 2017.