Áminning - Minnist til útlendsku starvsfólkini!

21. mars. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið heitir enn einaferð á allar arbeiðsgevarar, sum hava útlendingar í starvi, um at tryggja, at útlendingar eru kunnaðir um støðuna við COVID-19

Arbeiðsgevarar mugu í hesum døgum átaka sær eina víðkaða skyldu at syrgja fyri, at útlendsk starvsfólk fáa greiða kunning um støðuna og almennu tilmælini fyri atburð í sambandi við coronavirus COVID-19.

Eisini má arbeiðsgevarin tryggja sær, at útlendsku starvsfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.

Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.

Á heimasíðuni www.corona.fo er kunning, sum tit kunnu brúka. Kunningin er eisini á enskum máli.

Atgongdin til landið er nú avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.

Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passeftirlit, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.

Somuleiðis eru tit eisini vælkomin at venda tykkum til okkum í Vinnuhúsinum um hesi viðurskiftini. Antin á tlf 309900 ella við telduposti industry@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya