Áminning til arbeiðsgevarar um frítíð

28. februar. 2022 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Arbeiðsgevarar og starvsfólk eiga at leggja møguliga restfrítíð frá frítíðarárinum 2021-2022 til rættis skjótast gjørligt. Somuleiðis verður mælt til at leggja frítíðarætlanina fyri summarið 2022 í góðari tíð.

Sambært lógini um frítíð skal arbeiðsgevarin leggja frítíð til rættis í samráð við starvsfólkið. Arbeiðsgevarin avgerð endaliga, nær frítíðin skal haldast.

Arbeiðsgevarin skal boða starvsfólkinum frá við rímiligari tíð, og eitt tíðarskeið styttri enn ein mánaður vil aloftast ikki verða mett sum nóg mikið.

Restferia frá inniverandi frítíðarári

Frítíðarárið 2021-2022 endar tann 1. mai 2022. Arbeiðsgevarar eiga tí at leggja møguliga restfrítíð hjá starvsfókum til rættis í samráð við starvsfólkið skjótast gjørligt.

Starvsfólk hava sambært lógini um frítíð rætt til 30 dagar frí, har leygardagurin er taldur við. Tað vil siga 5 vikur. Um starvsfólk eiga feriudagar eftir frá inniverandi frítíðarárið skulu hesir verða hildnir innan 2. mai.

Summarfrítíð

Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð. Tí er skilagott at leggja ætlanina fyr summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú.

Frítíðin skal verða hildin í tíðarskeiðnum 2. mai til 1. mai, sum er frítíðarárið. Høvuðsfrítíðin skal gevast samanhangandi í tíðini frá 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Restin skal verða hildin í seinasta lagi 1. mai.

Verið varug við, at kollektivir sáttmálar kunnu hava aðrar ásetingar um frítíð.

Les meira um frítíð á heimasíðu okkara.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya