Burðardygd

Arbeiðsfundir um burðardygd byrja í komandi viku

25. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í komandi viku verður fyrsti av seks arbeiðisfundum, sum Vinnuhúsið skipar fyri. Fyritøkur, ið luttaka hava eina (nærum) lidna frágreiðing um burðardygd tá árið er úti.

Á arbeiðisfundunum fáa fyritøkur vegleiðing og hjálp til at gera eina egna frágreiðing um burðardygd. Hetta er eisini eitt sera gott høvi at koma í samband við onnur, ið arbeiða við burðardygd og soleiðis geva hvør øðrum íblástur.

Kostnaðurin fyri luttøku á seks arbeiðsfundum er 6.000 kr/fyritøku. Allir limir í Føroya arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum kunnu luttaka. Fyritøkurnar avgera sjálvar, hvørji starvsfólk eru best egnað til at luttaka. Ikki er neyðugt at hesi hava nakrar førleikar innan burðardygd, fyri at luttaka.

Fyrsti arbeiðsfundurin verður 5. oktober kl 9-12 í Vinnuhúsinum og síðan verða teir fyrrapart hósdag aðru hvørja viku árið út:

  • oktober kl 9-12
  • oktober kl 9-12
  • november kl 9-12
  • november kl 9-12
  • november kl 9-12
  • desember kl 9-12

Melda til luttøku í seinasta lagi týsdagin 26. september við at senda ein teldupost til: industry@industry.fo

Les meiri her: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/fragreiding-um-burdardygd

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya