Landsstýrið rópar tað fyri eina sparing. Men tað er tað ikki. Tað er lætt at spara, tá ið tú bara flytur útreiðsluna til onnur at rinda.
Tað er tað, sum landsstýrið ger, tá ið tey ætla, at arbeiðsgevarar kring landið eisini skulu gjalda fyri triðja, fjórða, fimta, sætta og sjeynda sjúkradag.
Í einum høggi
Verandi skipan er, at arbeiðsgevarin endurrindar Almannaverkinum fyri fyrsta og annan sjúkradag. Sostatt er ætlanin, at arbeiðsgevarar - í einum høggi - fara frá at rinda fyri tveir fráverudagar og upp til sjey fráverudagar.
Við ætlaðu broytingunum skulu arbeiðsgevarar endurrinda í alt góðar 13 milliónur krónur meira til dagpeningaskipanina komandi ár. Tað sigur seg sjálvt, at fyri nógvar fyritøkur, ikki minst tær smærru og miðalstóru, ið hvønn dag toyggja seg fyri at fáa endarnar at røkka, verður hetta steinur oman á byrðu.
Illa umhugsað
Ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum eru illa umhugsaðar.
Tað er vandi fyri, at broytingarnar í dagpeningaskipanin fara at raka tey starvsfólk, ið hava verri við at klára seg á arbeiðsmarknaðinum.
Nógvar arbeiðsgevarar kring landið taka í dag ábyrgd fyri teimum starvsfólkum, sum av ymiskum orsøkum hava nógvar fráverudagar. Saman finna arbeiðsgevari og starvsfólk eina lagaliga javnvág til gagns fyri báðar partar. Henda lagaliga javnvágin millum arbeiðsgevara og starvsfólk fær eitt skot fyri bógvin, um ætlanirnar hjá landsstýrinum gerast veruleiki. Tað er neyvan gagnligt fyri nakran.
Eingin virðing fyri hoyring
Grundleggjandi broytingarnir í dagpeningaskipanini hava hvørki verið til hoyring ella til viðmerkingar hjá teimum, sum tað rakar. Tað er sjálvandi als ikki nøktandi. Hetta er á ongan hátt í samsvari við rundskrivið frá Løgmansskrivstovuni frá 2019 um, at hoyringartíð skal vera í minsta lagi fýra vikur.
Føroyar Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn taka undir við sjónarmiðunum hjá MEGD, sum vísur á, at neyðug tíð og orka eigur at verða sett av, tá ið broytingar verða gjørdar. Hetta sjónarmið hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag somuleiðis javnan ført fram áður í sambandi við lógarbroytingar.