Talgilding og sjálvvirkan kann, saman við nýggjum virkisskipanum fara at broyta arbeiðsmarknaðin stórliga. Broytingarnar fara helst at viðføra mist størv, men eisini nýggj størv við øðrum innihaldi verða skapt.
Hetta kemur fram í nýggjari frágreiðing, sum norski granskingarstovnurin SINTEF hevur gjørt fyri Næringslivets Hovedorganisation (NHO).
Í sambandi við árligu ráðstevnuna hjá NHO, var evnið týdningurin av tøkni fyri framtíðar vinnu og arbeiðslív í Noregi á skránni.
Í hesum sambandi hevur granskingarstovnurin SINTEF útgreinað og skrivað frágreiðing um, hvussu tøkni fer at ávirka arbeiðsplássini í framtíðini. Ein av niðurstøðunum er, at allar flestu vinnugreinar verða ávirkaðar av tøknibroytingini. Í hvønn mun tøknin kemur at ávirka, er tengt at kappingarstøðuni og førleikunum í einstøku vinnugreinini og ikki minst av, hvussu vit eru før fyri at taka til okkum møguleikarnar tøkniligu broytingarnar hava við sær.
Les frágreiðignina her