Arbeiðssteðgur er ein natúrligur partur av sáttmálasamráðingum

20. desember. 2017 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar, at arbeiðsósemjan á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum verður viðgjørd og handfarin sum ein natúrlig fylgja av úrslitaleysum samráðingum.

Eins og arbeiðsmarknaðirnir í hinum norðurlondunum er føroyski arbeiðsmarknaðurin eyðkendur við, at lønir og setanarviðurskifti annars verða skipað og ásett av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum – millum fakfeløg og arbeiðsgevarar.

Samráðingar, stríðsstig, semingsstovnur og Fasti Gerðarrættur eru natúrligur og týdningarmikil partur av hesi skipan.

Tað er einki forgjørt í, at eitt fakfelag lýsir verkfall, og tað er einki forgjørt í, at eitt arbeiðsgevarafelag lýsir verkbann. Tað er ikki óreint, smáligt, langt úti ella nakað annað.

Verkfall og verkbann eru partur av samráðingarskipanini á arbeiðsmarknaðinum, og soleiðis er tað. Hesi stríðsstig skulu tó altíð verða gjørd við atliti til og ábyrgd fyri, at avleiðingarnar ikki gerast óneyðuga og óupprættiliga stórar, og at lív og heilsa hjá fólki ikki verður sett í vanda. Men at eitt stríðsstig hevur avleiðingar, eigur ikki at koma óvart á nakran.

Hetta er eisini galdandi fyri tey stríðsstig, vit nú síggja á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum.

Tá ein sáttmálapartur velur at lýsa antin verkfall ella verkbann, má man ganga út frá, at parturin er tilvitaður um, hvat hetta merkir. Sáttmálaparturin má tí klára at standa við stríðsstigið, inntil partarnir finna eina semju. Tað er ikki óvanligt, at einar tvær til tríggjar vikur mugu ganga, áðrenn semja er funnin.

Alternativið til frían samráðingarrætt er, at løn og setanarviðurskifti verða ásett við lóg uttan nakra ávirkan frá fakfeløgum ella arbeiðsgevarafeløgum. Hetta kann tykjast lokkandi sum løtuvinningur, men tá friður er fallin á, og partarnir hugsa seg um, er hetta neyvan tað, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum ynskja skal verða galdandi fyri føroyska samfelagið.

Tí skulu partarnir í eini ósemju ikki leggja sína orku í at sannføra politikarar um hetta og hatta, men teir skulu hugsavna seg um at tryggja, at teir liva upp til sína ábyrgd sum sáttmálapartur í arbeiðsósemju, og teir skulu leggja seg eftir at royna at finna eina semju við mótpartin.

Lóggevandi valdið skal bara í heilt serligum førum leggja seg út í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar, at verandi ósemja verður loyst við atliti til sáttmálaøkið, hon snýr seg um – ikki við atliti til aðrar aktørar, sum ikki eru partur av sjálvum samráðingunum, men sum verða raktir av ósemjuni. Og vit sakna, at fjølmiðlarnir í teirra dekningi av ósemjuni seta seg eitt sindur inn í, hvussu arbeiðsmarknaðurin er settur saman, og hvat verkfall og verkbann í grundini merkir, og hvussu partarnir eiga at fyrihalda seg hvør til annan.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L