Ársaðalfund í Ferðavinnufelagnum

15. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Lýst verður til ársaðalfund í Ferðavinnufelagnum fríggjadagin 26. oktober 2012 kl. 15.30 á Hotel Hafnia.

Skrá:

Kl. 15.30               Ársaðalfundur

Kl. 17.00               Steðgur

Kl. 17.15               Upplegg frá Guðrið Højgaard, Ferðaráðið

Kl. 17.45               Steðgur

Kl. 18.00               Døgurði

Kostnaðurin fyri døgurðan er kr. 325, ið er fyri 3 rættir við 2 gløs víni og tveir koppar av kaffi.

Í sambandi við døgurðan er neyðugt við tilmelding, ið fer fram við at senda teldupost til samskiparan hjá Ferðavinnufelagnum Mette K. Kibsgaard, mette@industry.fo. Tilmeldingin til døgurðan er bindandi.

Síðsta freist at melda seg til døgurðan er týsdagin 23. Oktober, og peningurin skal verða fluttur á konto 6460 180.238-2 hjá Ferðavinnufelagnum í seinasta lagi sama týsdagin 23. oktober. Tá peningurin verður fluttur, so skal flytingin viðmerkjast við nøvnunum á fyritøkuni og luttakarunum, ið goldið verður fyri.

Vinarliga

FERÐAVINNUFELAGIÐ

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya