Ársaðalfundur hjá Ferðavinnufelagnum

17. oktober. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ársaðalfundurin hjá Ferðavinnufelagnum verður fríggjadagin 28. oktober 2011 kl. 14.00 á Hotel Hafnia

Aftaná sjálvan aðalfundin uml. kl 16.45, verður kjak um konkret mál hjá Ferðavinnufelagnum at taka sær av. M.a. verður kjak og setan av bólki, sum skal vegleiða Landsverk í sambandi við skelting av vegum og støðum til útlendsk ferðafólk. Eisini kjak og setan av bólki, sum skal tosa við SSL um rutuplanlegging og koyring hjá Strandferðsluni í m.a. vikuskiftum.
Uml kl. 17.30 verður upplegg frá nýggja leiðaranum á Kunningarstovuni í Tórshavn, Theresu Kreutzmann. Theresa fer at draga paralellir ímillum føroyska og grønlendska ferðavinnu og útgreina hvussu tann grønlendska ferðavinnan er sett saman og um leikluturin hjá grønlendska heimastýrinum.
Kl. 18.00-19.00 bjóðar Ferðavinnufelagið til smáprát & drinks.
Kl. 19.00 verður døgurði, sum tey luttakandi sjálvi gjalda fyri. Hetta kostar kr. 325.
Í sambandi við døgurðan er neyðugt við tilmelding, ið fer fram við at ringja til samskiparin hjá Ferðavinnufelagnum, Mette K. Kibsgaard á tlf. 309914, ella við at senda teldupost til mette@industry.fo.
Síðsta freist at melda til døgurðan er mánadagin 24. oktober og peningurin skal verða fluttur á konto 6460 180.238-2 hjá Ferðavinnufelagnum í seinasta lagi sama dag.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya